Innanlands

Jólamaðurin fyrstur á mál í báðum endum

Jens Mortan Rasmussen súkklaði suður og rann aftur til Gomlurætt. Seinni túrurin var sum jólamaður

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)

2023-12-21 22:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey sum gingu í Sandoyartunlinum av Gomlurætt til Traðardal í dag fingu eitt yviraskilsi, tá Jens Mortan Rasmussen kom rennandi ímóti teimum sum jólamaður.

Hann hevði nevniliga súkklað av Gomlurætt, og komin á mál í Traðardali smoygdi hann sær í jólamannabúna, og so var hann klárur at renna yvir um aftur.

[object Object]Jens Mortan Rasmussen kemur upp í Traðardali sum tann fyrsti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jens Mortan Ramsussen var fyrstur ígjøgnum við súkklu við tíðini 20 minuttir og 58 sekund. Rennitúrurin heim aftur á Gomlurætt tók 1 tíma og 7 minuttir.

[object Object]

Umleið 2000 fólk luttóku í tunnilsrenningini. Til bar at súkkla, renna og ganga teinin sum er knappar 11 kilometrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder