Innanlands

Jólamyndin hjá Barnabata verður borin út í hvørt hús

Aftur í ár fer Barnabati at samla inn pening til fíggjarliga sperdar barnafamiljur – Jólamyndin verður send út í heystfrítíðini

2020-10-06 16:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Barnabati fer aftur í ár at senda jólamyndina út til hvørt hús í heystfrítíðini.

Í fleiri ár hevur Barnabati veitt jólahjálp til fíggjarliga sperdar barnafamiljur, og soleiðis verður aftur í ár. Hagtøl vísa, at tað eru fleiri og fleiri, sum søkja sær jólahálp.

Tí fer Barnabati aftur í ár at samla pening inn til hesar barnafamiljurnar soleiðis, at tær eisini kunnu fáa eini gleðilig jól.

Um tú vilt stuðla, so halt eyga við postinum í heystfrítíðini, tí tá verður jólamyndin hjá Barnabata í einum lýsingarposa í tínum postkassa. Jólamyndin er ætlað til børnini, og har kunnu tey seta sínar egnu litir á. Baksíðan á jólamyndini er hartil ein lutaseðil við fýra stórum og góðum vinningum.

Fyri at stuðla skalt tú skráseta tína jólamynd á barnabati.fo, og har velja hvørja upphædd, ið tú vilt stuðla við. Allar upphæddir eru kærkomnar, men fyri at virka lutaseðilin, má stuðulin verða í minsta lagi 100 krónur. Allur peningurin fer óskerdur til fíggjarligar sperdar barnafamiljur.

Bert ein jólamynd verður borðin út í hvørt hús, men eru fleiri børn í familjuni, sum vilja lita - ella vilja tey vaksnu ogna sær fleiri lutaseðlar - so ber til at fara í FK handlarnir kring Føroyar og har fáa fleiri jólamyndir, púra ókeypis.

Tey, ið vilja stuðla og skráseta sína jólamynd, kunnu gera tað frá mánadegnum at rokna á heimasíðu okkara barnabati.fo

– Barnabati.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder