Sum vanligt kemur Jólaskipið inn á Leirvík og Klaksvík stutt undan jólum. Bæði Norðlýsið og Eysturkommuna hava nú skrivað, at tað verður í annaðkvøld 22. desember, at jólamenninir vitja.
- Vælprýddað jólaskipið kemur til Leirvíkar í annaðkvøld, fríggjakvøldið kl. 17:00. Børn og foreldur eru vælkomin oman á bryggjuna at heilsa uppá jólamennirnar, ið eisini bjóða bommpakkar.
Soleiðis skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari. Eftir vitjanina í Leirvík verður leiðin løgd eftir "gomlu leiðini" til Klaksvíkar. Sambært Norðlýsinum verður lagt at á vestara armi í Klaksvík í morgin, fríggjadagin, klokkan 18
- Tá jólaskipið hevur lagt at í Klaksvík, fara jólamenninir niðan á pallin og har fer borgarstjórin at halda røðu. Ársins rósa verður handað. Síðani fara jólamenninir at gartera í og øll børnini fáa jólapakka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald