Innanlands

Jólaskipið leggur at í Miðvági klokkan 17

Gingið verður síðani heim í miðstaðarøkið við viðarlundina, har kommunan bjóðar heitt kakao og bollar. Fyrst verður siglt ein túr til Sandavágs at heilsa uppá.

- Eftir ætlan skuldi jólaskipið koma í kvøld klokkan 18., men av tí at so nógv tiltøk eru á skránni og jólamenninir hava úr at gera til jóla, so hava teir framskunda tað ein tíma (Mynd: vaga.fo)

- Eftir ætlan skuldi jólaskipið koma í kvøld klokkan 18., men av tí at so nógv tiltøk eru á skránni og jólamenninir hava úr at gera til jóla, so hava teir framskunda tað ein tíma (Mynd: vaga.fo)

2022-12-15 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eftir ætlan skuldi jólaskipið koma í kvøld klokkan 18., men av tí at so nógv tiltøk eru á skránni og jólamenninir hava úr at gera til jóla, so hava teir framskunda tað,  soleiðis at teir leggja at í bátahylinum í Miðvági í kvøld, hóskvøldið 15. desember, klokkan 17.00.

Hetta skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari, har tað eisini verður boðað frá, at
áðrenn jólamenninir koma inn á Miðvág, sigla teir eisini ein túr til Sandavágs at heilsa uppá.

- Jólamenninir hava heilt víst okkurt gott við til børnini. Vit fara at ganga við lummalykt heim í miðstaðarøkið við viðarlundina, har kommunan bjóðar heitt kakao og bollar. Vónandi koma nógv børn og vaksin at taka ímóti jólamonnunum.

Okkurt fýrverk verður eisini skotið í kvøldið, bæði í Sandavági og í Miðvági. 


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder