At hugsa grønt og endurnýta verður eisini ein partur av jólahugnanum í Vestmanna í ár. Stóra jólatræið, sum fer at prýða Torgið og bygdina um jólini, er úr viðarlundini í bygdini, skrivar Vestmanna kommuna.
Fyrstu trøini í viðarlundini vórðu sett niður av skúlanæmingum á vári í 1990. Síðan tá er viðarlundin vaksin nógv í vavi, og í dag eru yvir 2.000 trø í hugnaligu viðarlundini.
Fríggjadagin vóru arbeiðsfólkini hjá kommununi og feldu eitt granntræ í viðarlundini og í gjár varð træið sett upp á Torginum, klárt til at verða prýtt við lýsandi perum.
Hetta er fyrstu ferð, at kommunan brúkar egið træ á jólum og ikki hevur keypt eitt úr útlondum.
Jólatræið er 33 ára gamalt og er tað helst Finnbogi Joensen, skúlatænari og stigtakari til viðarlundina, sum sjálvur hevur sett træið niður á sinni, tí einki nummarspjaldur var á. Øll trø, sum næmingar hava plantað, eru skrásett við navni og nummari.
Jólatræið verður tendrað fríggjadagin 21. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald