Uttanlands

Jólatræið í Betlehem tendrað fyri fyrstu ferð í tvey ár

Orsakað av krígnum í Gazageiranum hevur jólahald ikki verið seinastu tvey árini, men í gjárkvøldið varð 20 metrar høga jólatræið tendrað í býnum, sum av kristnum heiðrað sum Jesu føðistað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-12-07 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið varð 20 metrar høga jólatræið tendrað í Betlehem á Vestara Áarbakka fyri fyrstu ferð, síðan kríggið í Gazageiranum brast út í 2023.

Betlehem verður av kristnum heiðrað sum Jesu føðistað, og er eitt vælumtókt ferðamál, serliga um jólini.

Árliga jólahaldið í býnum hevur tó ikki verið seinastu árini orsakað av krígnum í Gaza.

Bethlehem liggur umleið 60 kilometrar frá Gazageirnaum, men kortini hevur býurin verið ávirkaður av støðuni. Nógvir íbúgvar á Vestara Áarbakka hava familju og vinfólk í Gazageiranum, og kríggið hevur eisini havt ávirkan á ferðavinnuna.

Nú tað eru nærum tveir mánaðir, síðan vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kom í gildi, skipar býurin aftur fyri jólahaldi.

Túsundatals fólk - bæði kristin og muslimar - møttu upp at luttaka í jólahaldinum, skriva fleiri tíðindastovur.

Les eisini: Vilja taka næsta stig í vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder