Innanlands

Jólatræið í Vágstúni tendrað 29. november

Øssur Kjølbro, sóknarprestur og Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri halda røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spælir jólatónleik, og jólamaðurin tendrar jólatræið saman við Trøllapætur og ommudidd

(Savnsmynd: Dávur Winther)

(Savnsmynd: Dávur Winther)

2025-11-15 20:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 29. november klokkan 16 verður jólatræið í Vágstúni í Klaksvík tendrað.

Øssur Kjølbro, sóknarprestur og Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri halda røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spælir hugnaligan jólatónleik.

Jólamaðurin kemur at tendra jólatræið við hjálp frá Trøllapætur og ommudidd, og hava teir hava eisini pakkar við til børnini. Aftaná verður ein kaffimunnur í Varpinum, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Hini jólatrøini í kommununi verða tendrað millum 27. november og 6. desember. Yvirlit sæst á heimasíuni hjá kommununi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder