Innanlands

Jólatrøini verða tendrað soleiðis

Tórshavnar kommuna upplýsir á heimasíðu sínari, nær tey 12 jólatrøini í kommununi verða tendraði

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-11-30 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, leygardagin 30. november, verður stóra jólatræið á Vaglinum tendrað.

Les eisini: Jólatræið á Vaglinum tendrar 30.november

Eftir hetta verður skipað fyri 11 jólahaldum aðrastaðni í Tórshavnar kommunu, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 1. desember kl.12:15 eftir guðstænastuna. Havnar Hornorkestur spælir. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 1. desember kl.18:00. GHM spælir. Gunnvør Balle, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan týsdagin 3. desember kl.17:00. GHM spælir. Helena Dam á Neystabø, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan mikudagin 4. desember kl.17:00. Havnar Hornorkestur spælir. Jóan Petur Hentze, býráðslimur, og Uni Næs, prestur, bera fram røðu.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 7. desember kl.15:30. GHM spælir. Jákup Dam, býráðslimur, og Bergtórur Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 7. desember kl.17:00. GHM spælir. Bergun Kass, býráðslimur, og Derhard Jógvansson, prestur, bera fram røðu.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 7. desember kl.18:00. Havnar Hornorkestur spælir. Bergun Kass, býráðslimur, og Bergtórur Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 7. desember kl.18:00. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 8. desember kl.15:30. Teistin fer av Gomlurætt kl.14:30 og úr Hesti kl.19:30. Frelsunarherurin spælir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur, og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 8. desember kl.17:00. Ternan fer av Havnini kl.16:20 og úr Nólsoy kl.19:25. Havnar Hornorkestur spælir. Turið Horn, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Í Syðradali verður jólatræið tendrað við leygardagin 14. desember kl.17:30. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder