Innanlands

Jólatræið á Vaglinum tendrar 30. november

Stóra jólatræið í miðbýnum í Havn er ein gáva frá Reykjavíkarbýi

2019-11-20 11:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jólatræið á Vaglinum í Havn verður tendrað seinnapartin 30. november, sum er ein leygardagur. Eftir at jólatræið er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað eftir eini nærri skrá.

Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.

Tiltakið Barnajól verður leygardagin 7. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri.

Leygardagin 14. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.

Jólabýurin íHavn letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður sunnudagin 22. desember.

Afturat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna undan jólum, hava handlar í býnum og SMS leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum.

Somuleiðis vera sølubásar í Tinghúsgarðinum, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott.

Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.

Tíðindaskriv frá Jól í Miðbýnum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder