Innanlands

Jón Kalman Stefánsson vitjar Glyvra kirkju 16. november

Hann er ein av virknastu prosahøvundum í Íslandi og hevur fingið nógvar virðislønir fyri skaldskap sín

Sprotin hevur givið út hansara skaldsøgutríverk,

Sprotin hevur givið út hansara skaldsøgutríverk, "Himmal og helviti", "Harmur einglana" og "Hjarta mansins".

2023-10-25 14:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jón Kalman Stefánsson (f. 1963) er ein av virknastu prosahøvundum í Íslandi. Hann hevur fingið nógvar virðislønir fyri skaldskap sín, bæði í Íslandi og og í øðrum londum, og fleiri ferðir hevur hann verið tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Sprotin hevur givið út hansara skaldsøgutríverk, "Himmal og helviti", "Harmur einglana" og "Hjarta mansins", sum hjúnini Þóra Þóroddsdóttir og  Martin Næs hava týtt til føroyskt.

Í fyrstu skaldsøguni verður lesarin drigin inn í lítla útróðrarbygd á Vestfjørðum fyri stívliga hundrað árum síðan, har treystir menn leggja til havs um dagarnar og berjast við sjálva náttúruna. Í frásøguni er ungur, navnleysur maður, ikki kallaður annað enn “drongurin”, og vinur hansara Bárður. Teir rógva út saman á einum seksæringi.

Í skaldsøguni 'Harmur einglana' eru drongurin og postmaðurin staddir í kavaroki millum bygdir – uppi á fjøllunum, har teir møta deyðanum. Í triðju og seinastu bókinini í tríverkinum býr drongurin heima hjá Geirtruð, eini stívrendari og treiskari kvinnu, ið má berjast fyri sjálvræði ímóti keypmonnunum í bygdini og øðrum máttmiklum monnum. Í bygdini snýr alt seg framvegis um fiskiskap, men eisini her ger tann nýggja tíðin vart við seg, telefonin kemur í bygdina, nýggj skip og nýggj hugskot.

Tiiltakið í Glyvra kirkju verður hóskvøldið 16. november. Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, bjóðar vælkomin. Jón Kalman fer at lesa nøkur úrvald brot úr tríverkinum á íslendskum og Martin Næs fer síðani at lesa sama brot á føroyskum. Ímillum upplestrarnar fara Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti at framføra nøkur viðkomandi løg til høvið.

Tiltakið byrjar klokkan 20 og varir ein góðan tíma og er ókeypis. Tað eru Sendistova Íslands í Føroyum og Runavíkar kommuna, sum í felag skipa fyri tiltakinum. 

Jón Kalman Stefánsson vitjar í Føroyum, sum upphiting til Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum 16.novembur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder