Mentan

Jón Magnus í Riberhús í Fuglafirði

Við á framsýningini eru 29 verk

Tilvildarlig av verkum hjá Jón Magnus Joensen

Tilvildarlig av verkum hjá Jón Magnus Joensen

2018-09-11 20:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jón Magnus Joensen hevur framsýning í Riberhús í Fuglafirði frá í morgin, 11. september og fram til 23 september. Við á framsýningini eru 29 verk.

Áhugin hjá Jón at mála byrjaði longu, tá ið hann var 13 ár. Áðrenn tað hevði honum altíð dámt at tekna. Jón sýndi fyrstu ferð fram á Ólavsøkuframsýning sum 15 ára gamal. Síðan luttók hann mangan á hesi framsýning – eisini tá ið hon seinni varð sensurerað.

Sum 21 ára gamal sýndi hann einsamallur fram í Smiðuni í Lítluvík í Havn. Her hevur hann mangan sýnt fram síðan tá og ymsa aðrastaðni við.

Í 2003 var Jón á málaraskúla í Holbæk.

Myndevnini eru úr náttúruni bæði í bygdum og óbygdum. Ljósið spælir mangan ein leiklut.

Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum.

Á framsýningini í Riberhús hevur Jón bæði málningar og eisini fleiri myndevni í papmaché og rammu í ymsum støddum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder