2025-09-09 19:42

Umleið 30 málningar eru við á framsýningini, flestu frá høvuðsstaðarøkinum. Umframt málningar eru smærri pappírsmyndir. Málningarnir eru litfagrir, har ljósið spælir sín leiklut.
Jón hevur málað frá ungum árum og havt mangar sjálvstøðugar framsýningar, harav fleiri í Smiðjuni. Hann hevur luttikið mangan í felags framsýningum, eisini í gallaríi og sensureraðum framsýningum. Jón var eisini á listaskúla í Danmark í 2003.
Jón er argjamaður og býr á Toftum. Her hevur hann egið atelier.
Opið er:
- Fríggjadag 12. sept. kl. 15.00 - 19.00
- Leygardag 13. sept. kl. 11.00 - 18.00
- Sunnudag 14. sept. kl. 14.00 - 18.00
- Mánadag 15. sept. kl. 11.00 - 18.00
- Týsdag kl. 16. sept. kl. 11.00 - 18.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald