Mentan

Jón Tyril fortelur um upprunan til G! Festival

Í nýggjasta Startup Podcastinum greiðir Jón Tyril frá, hvussu alt byrjaði

2018-08-21 09:04 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í nýggjasta Startup Podcastinum greiður Jón Tyril frá, hvussu hann og vinfólkini saknaðu ein festival, har tú kundi hoyra nýggjan føroyskan tónleik.

- Um vit vildu hava tað at henda, so máttu vit gera tað sjálvi, tí eingin annar fór at gera tað fyri okkum, sigur Jón við Halgir Winther Nagata, sum er vertur á Startup Podcastinum. Samrøðan er triðji partur í sendingini, har Halgir tosar við føroyskar íverksetar, um tað at seta nýggj ting í verk.

Jón fortelur um fyrimunir við at búgva í Føroyum sum íverksetari, um at fara á heysin, og um altíð at gera, hvat mann heldur er rætt.

 - Vit vistu ikki ordiliga hvat vit gjørdu, vit gjørdu tað bara, sigur Jón um at skapa G! Festivalin, sum er blivin kendur um allan heimin.

Samrøðan við Jón Tyril hoyrist á halgir.fo, á Apple Podcast appini og á øðrum podcast appum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder