Tá Skúlaleiðarafelagið tann 11. juni hevði aðalfund í skúlanum við Løkin møttu umleið 40 skúlaleiðarar upp.
Á aðalfundinum gjørdist greitt, at nýggjur formaður skuldi finnast, og tað gjørdist fyrrverandi tinglimurin hjá Javnaðarflokkinum Jonleif Johannesen, sum er varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.
Jensebeth Absalonsen og undanfarni formaðurin Tom Joensen stóðu fyri vali. Jensebeth Absalonsen tók við afturvali.
Tom Joensen takkaði fyri seg eftir at hava sitið í nevndini síðan 2012. Í hansara stað bleiv Jónleif Johannesen valdur í nevndina. Til eykalimir vóru valdar Fríðbjørg Hammer og Joan Samuelsen.
Nýggja nevndin skipaði seg við Jónleif Johannesen sum formanni, Jóhan Stenberg, næstformaður, Jensebeth Absalonsen, skrivari, Jóhannis Joensen, kassameistari og Rannvá Joensen, nevndarlimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald