2025-09-05 08:26

Í 2023 fór Jónsvein Bech frá eftir nógv ár í Suðuroyar norðara prestagjaldi.
Suðuroyingurin er nú 70 ára gamal. Tá prestar eru farnir frá vegna aldur, er tað vanligt, at teir avloysa í løtum ymsastaðni.
Soleiðis er eisini nú í september 2025.
Marjun í Kálvalíð, sum er onnur av prestunum í Vága prestagjaldi, er í farloyvi hendan mánaðin.
Jónsvein Bech røkir í september embætið í Vága prestagjaldi saman við Ingu P. Dam, presti.
Kirkjurnar í Vágum og í Mykinesi boða frá, at Jónsvein heldur til í prestagarðinum í Miðvági hetta tíðarskeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald