
Danski rithøvundurin og leikstjórin, Jørgen Leth, doyði í gjár, 88 ára gamal. Hetta hendi eftir stutta sjúkralegu, upplýstir familjan, sambært sambært Gyldendal forlagnum í gjárkvøldið.
Jørn Leth gav í 1962 út sítt fyrsta yrkingasavn, “Gult lys”, og hansara seinasta, “Zombie”, kom fyrr í ár.
Umframt sínar filmar og yrkingar, var Jørn Leth millum danir tó mest kendur fyri at leggja rødd til tá árliga súkklukappingin, Tour de France, varð send í donskum sjónvarpi.
Saman við Jørn Mader var hann fastur viðmerkjari til hesa ítróttahending gjøgnum øll nítiárini.
Hann mátti gevast eftir at bókin og minnisritið, “Det uperfekte menneske” kom út. Partur av innihaldinum var umstrítt, tí hann skrivaði rættiliga nágreiniliga um nakrar kynsligar upplivingar hann hevur havt, eitt nú saman við blaðungum tænastugentum í Haiti, har hann búði ein stóran part av lívinum.
Samstarvið við danska TV2 varð tó tikið uppaftur í 2009, og í tíggju ár afturat var hann partur av sendingunum frá Tour de France, til samstarvið endaði vegna ósemjur um setantarviðurskifti.
Jørn Leth hevur eisini leikstjórnað fleiri heimildarfilmar um súkkluítróttina. Millum kendastu filmar hansara eru eru “Stjernerne og vandbærerne” um Giro d’Italia kappingina, og “En forårsdag i helvede” um kappingina Paris-Roubaix.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald