Innanlands

Jørgen Niclasen: Koyrandi til Suðuroyar um 10 ár

Arbeiðið við Eysturoyar- og Sandoyartunlinum má vera liðugt, áðrenn mann fer í holt við at bora ein tunnil til Suðuroyar, segði landsstýrismaðurin í svari til ein ófráboðaðan fyrispurning í tinginum í dag

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tinginum seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tinginum seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-04 17:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Um tað gongur, sum vit ætla, so verður koyrandi til Suðuroyar í 2030, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann varð spurdur um Suðuroyartunnilin seinnapartin.

Tað vóru Elin Christiansen úr 9. flokki í Vágs Skúla og Rannvá Tausen úr 9.b í Tvøroyrar Skúla, sum vildu vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði hesum viðvíkjandi.

Í viðmerking sínari, vísti Elin Christiansen á, at ferðasambandið til Suðuroynna als ikki er nøktandi. Hetta er serliga galdandi um veturin, tá nógvir túrar verða avlýstir, segði hon.

– Tað er blivið soleiðis, at tað er betri samband frá meginøkinum til Keypmannahavnar enn til Suðuroyar.

Tí vildi hon vita, nær mann ætlaði at fara undir at bora ein tunnil til Suðuroyar.

Eisini Rannvá Tausen vísti á, at ferðasambandið til Suðuroynna ikki er nøktandi. Tá helvtin av túrunum verða avlýstir, kunnu fólk ongantíð vera sikkur í, um tey sleppa til ella úr Suðuroynni, og tað er ikki haldbært, segði hon.

– Um vit ungu skulu trúgva uppá eina bjarta framtíð í Suðuroynni, mugu tit politikarar vísa, at tit meina nakað við tí og gera nakað við tað beinanvegin, tí tað hevur veruligan skund, segði hon. Tí vildi hon vita, hvussu gekk við fyrireikingunum, og nær suðuroyingar kundu vænta fast samband til restina av Føroyum.

Í svari sínum, vísti Jørgen Niclasen á, at arbeitt í løtuni verður við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, og má tað arbeiðið verða liðugt, áðrenn mann fer í holt við at bora ein Suðuroyartunnil. Sambært landsstýrismanninum, verður Suðuroyartunnilin mettur at kosta um 3,4 mia. krónur.

– Mann fær ikki gjørt allar í senn, tað orkar samfelagið ikki, segði hann.

Tá mann er liðugur við játtanina til Eysturoyar og Sandoyartunlar, byrjar mann at seta ferð á at játta pening til Suðuroyartunnilin. Sambært Jørgen Niclasen byrja fyrireikingar longu í ár.

Sí eisini: Myndir: Tey ungu yvirtóku løgtingið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder