Innanlands

Jørgen Niclasen: Ongar fyrimunir við at leingja afturgjaldstíðina

Møguleikar at leingja afturgjaldstíðina, so Eysturoyartunnilin er útgoldin eftir 30 ella 40 ár, eru sera avmarkaðir, og mett verður ikki, at fyrimunir høvdu verið við at gjørt hetta, hóast tað møguliga hevði kunnað lækkað tunnilsgjaldið 10 – 20 prosent

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-18 10:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá lán varð tikið til Eysturoyartunnilin, varð besta loysnin mett at vera eitt lán við fastari rentu og afturgjaldstíð á um 20 ár, og tað hevði verið sera ivasamt, um felagið  P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevði kunnað tikið eitt lán á 2,6 mia. krónur í 2016 við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í svari til fyrispurning hjá Jaspur Langgaard.

Jaspur Langgaard spyr, hví lánið skal vera niðurgoldið eftir 20 árum, og um møguleiki ikki er fyri at leingja lánið til annaðhvørt 30 ella 40 ár.

Lánið, sum felagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar tók í 2016 er við fastari rentu á 2,73 prosent, og skal hetta verða afturgoldið frá 2023 til 2040. Afturgjaldstíðin er tí tilsamans 24 ár frá tí, at lánið varð tikið. Hevði afturgjaldstíðin verið longri, hevði fasta rentan á láninum eisini verið munandi hægri, og tað er ivasamt, um nóg stórur áhugi hevði verið millum møguligar lánveitarar, vísir Jørgen Niclasen á.

Møguleikar at leingja afturgjaldstíðina sera avmarkaðir

Tunnilsfelagið metir eisini møguleikarnar við verandi fígging at leingja afturgjaldstíðina vera sera avmarkaðar, og verður í løtuni ikki mett, at fyrimunir høvdu verið við at longt afturgjaldstíðina.

Í fyrra lagi hevði verið sera kostnaðarmikið at lagt fíggingina um, og í øðrum lagi er sera ivasamt, um felagið hevði fingið fígging við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár, og hvør rentan hevði verið, sigur landsstýrismaðurin.

– Heldur ikki er óhugsandi, at tað møguliga hevði skalað trúvirðið hjá landinum millum lánveitarar, um landið – áðrenn verkætlanin er liðug – hevði roynt at lagt fíggingina um til longri afturgjaldstíð. Her eigur eisini at verða nevnt, at samlaða verkætlanin er ikki liðug enn, og at byggiváði framvegis er knýttur at verkætlanini, í øllum førum til Sandoyartunnilin er liðugt sprongdur ígjøgnum.

Kundi verið 10-20 prosent bíligari

Tá spurt verður, hvørja ávirkan tað hevði havt á tunnilsgjaldið, um afturgjaldstíðin bleiv long til 30 ella 40 ár, sigur Jørgen Niclasen seg ikki kunna siga við vissu, hvussu stóra lækking talan hevði verið um.

Ein varislig meting er tó, at tað hevði borið til at lækka tunnilsgjøldini 10 – 20 prosent, um afturgjaldstíðin av láninum var 30 ella 40 ár. Hetta er kortini treytað av, at tað hevði borið til at longt lánið til 30 ella 40 ár.

– Vansin við longri afturgjaldstíð hevði verið, at longri tíð hevði gingið, til tunnilin varð útgoldin. Árligu rentuútreiðslurnar høvdu hækkað, men árligu avdráttirnir høvdu verið lægri, og fleiri ár høvdu gingið, áðrenn tunnilin varð útgoldin.

Um møguleikan at minka um afturgjaldsbyrðuna, um tað ikki letur seg gera at leingja fíggingina, sigur Jørgen Niclasen, at Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at endurskoða stuðulin til pendlarar.

– Endamálið er, at tað skal bera til hjá pendlarum at brúka tunnilin fyri lægri kostnað samanlagt. Treytað av politiskari undirtøku, hevði Løgtingið kunnað samtykt, at landskassin rindaði meira partapening í felagið yvir nøkur ár. Harvið hevði landskassin átikið sær størri part av afturgjaldsbyrðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder