Innanlands

Jørgen Niclasen: Síðstu fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin verða gjørdar í 2022

Arbeiðið er longu farið í gongd, og um alt gongur væl í sambandi við forkanningar og fyrireikingar, og um ikki óvæntað viðurskifti taka seg upp, verður miðað eftir, at arbeiðið verður mestsum liðugt í 2021, sigur landsstýrismaðurin í svari til Bjarna Hammer

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-03 12:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðið við at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin er sett í gongd. Tað mesta av arbeiðinum verður gjørt í summar, har millum annað seismiskar kanningar vera gjørdar. Eftir summarfrítíðina vera eisini gjørd borihol, har jarðfrøðin verður kannað.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til fyrispurning frá Bjarna Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Bjarni Hammer vildi millum annað hava at vita, um forkanningarnar vóru farnar í gongd, hvør tíðarætlanin var, og hvussu tær fimm mió., sum eru settar av á fíggjarlógini til kanningar og forkanningar av tunlinum, skulu brúkast.

Í viðmerkingum vísti tingmaðurin á, at tað er av alstórum týdningi, at klárt verður at byrja at bora undirsjóvartunnilin til Suðuroynna, so skjótt Sandoyartunnilin er liðugt boraður.

Fyrispurningurin hjá Bjarna Hammer kann lesast her.

– Nakrar kanningar í sambandi við tunnilin eru gjørdar í 2018 og 2019. Aðrar verða gjørdar í ár og 2021. Ymiskir møguleikar eru kannaðir viðvíkjandi linjuføring. Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina.

– Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar á landi. Harafturat eru mátingar gjørdar av havbotninum allan vegin millum Sandoy og Skúvoy, umframt sunnanfyri Skúvoy og norðanfyri Suðuroy. Hildið verður fram við at gera forkanningar og at fyrireika tunnilin.

Tað er Landsverk, sum stendur fyri kanningunum og hevur ábyrgd av játtanini og tí vegatekniska partinum. Jarðfeingið bæði ráðgevur við tí jarðfrøðiliga partinum og stendur fyri at gera nakrar av sjálvum kanningunum, sum verða gjørdar

Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin er at gera tær seismisku kanningarnar millum 13. og 15. juli við Magnus Heinason. Arbeiðið at gera jarðfrøðilig borihol er í løtuni í útboði, og eftir ætlan verða hesi arbeiðini gjørd eftir summarfrítíðina.

Arbeitt verður eisini við at kanna fíggjarliga partin av verkætlanini við kostnyttu-greiningum v.m. Í sambandi við tunnilin verður eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting.

Ein ætlan er eisini gjørd fyri, hvussu kanningarnar eiga at halda fram komandi árini.

– Um alt gongur væl í sambandi við forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og um ikki óvæntað viðurskifti taka seg upp, verður miðað eftir, at arbeiðið verður mestsum liðugt í 2021 og at síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022.

Alt svarið hjá landsstýrismanninum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder