- Við tað at tekniskir trupulleikar eru við umstýringini umborð á Sam, verður Sam tikin úr sigling í tveir dagar, tann 27. og 28. september. Hesir dagar fer Jósup at røkja Kalsoyarleiðina, meðan Sam er á beding.
Soleiðis skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.
Sam verður væntandi aftur í sigling fríggjadagin 29. septembur, og næstu dagarnar siglir Jósup eftir vanligu ferðaætlanini, ið er galdandi fyri leið 56.
- Jósup tekur 70 ferðafólk og ongi akfør. Tó vera framvegis 30 pláss sett av til tey fastbúgvandi í Kalsoynni, soleiðis at tað eru 40 pláss tøk at bíleggja í plássbíleggingarskipanini, skrivar ssl.fo.
Broytingar á leið 36 tann 28. septembur.
Orsakað av at Jósup verður tikin úr sigling á Mykinesleiðini hósdagin 28. september, verður tyrlan sett inn at røkja ferðasambandið til og frá Mykinesi. Flogið verður soleiðis:
Úr Vágum kl. 10:30
Úr Mykinesi kl. 10:41
Úr Vágum kl. 10.52.
Strandferðslan vísir til plássbílegging við Atlantsflog.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald