Innanlands

Juli setti met í hotelgistingum

Ongantíð fyrr hava so nógv gist á føroyskum hotellum sum í juli 2021

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-26 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongantíð fyrr hava so nógv fólk gist á føroyskum gistingarhúsum sum í juli mánaða í fjør.

Hetta vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya yvir gistingar í Føroyum.

31.268 gistingar er tað hægsta talið, ið nakrantíð er skrásett fyri gistingar í ein einstakan mánaða. Í mun til juli-mánað í fjør er talið av gistingum vaksið við knappliga 50 prosentum. Samanborið við juli í 2019, sum hevði gamla metið, er vøksturin 25 prosent, skrivar Hagstovan.

Í juli í ár vóru knappliga 31.300 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru góðar 10.200 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Talið av gistináttum hjá dønum vaks í juli við sløkum 36 prosent í mun til sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.

Føroyingar áttu stóran fjórðing av gistináttunum í juli. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70 prosent. 

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru um 10.800 í tali í juli, sum er 35 prosent meira enn í juli í fjør.

Vøksturin er 4 prosent meira enn sama mánað í 2019. Talið av innskrivingum er sostatt ikki økt eins nógv og talið av gistináttum, sum merkir, at tey vitjandi hava gist fleiri nætur, skrivar Hagstovan.

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Um 75 prosent av kømrunum vórðu brúkt í juli, samanborið við 63,5 prosent í fjør. 

Í 2019 var nýtslustigið 90 prosent, sum er tað hægsta, ið hevur verið. Men síðan tá, er talið av kømrum økt munandi í Føroyum, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder