Mentan

Julia og omman – og aðrar nýggjar barnabøkur hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur júst givið út fjórðu barnabókina eftir Elsubeth M. Fossádal, Julia og omman

2018-08-21 21:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Julia og omman eftir Elsubeth M. Fossádal og Edward Fuglø

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur júst givið út fjórðu barnabókina eftir Elsubeth M. Fossádal, Julia og omman. Edward Fuglø hevur myndprýtt bókina við bjørtum og kátum litum.

Í hesi bókini hitta vit aftur Juliu úr Julia og bjargingarvesturin, og hesa ferð skal hon gista hjá ommuni og abbanum. Omman kemur eftir Juliu í barnagarðinum, og tær fara heim tey í gulu húsini hjá ommuni og abbanum. Tey trý hugna sær allan dagin, men tá songartíðin nærkast, fortelur Julia fyri ommuni, at hon noyðist at brúka blæu um náttina. Omman sigur, at tað skal hon einki leggja í, og hon veit eini ráð. Bókin er innbundin, 18 bls. til longdar og til tey 5-6 ára gomlu.

Elsubeth M. Fossádal hevur áður givið út myndabøkurnar Drongurin í grønum gummistivlum (2015), Julia og bjargingarvesturin (2016) og Tá ið skrubban fekk heilaskjálvta (2017). Hetta eru fittar søgur, sum taka støði í gerandisdegnum hjá børnum í Føroyum. Edward Fuglø hevur myndprýtt allar bøkurnar.

Traktorurin hjá Flekki eftir Eric Hill

Flekk er helst ein tann kendasti og best umtókti hundahvølpurin í bókaheiminum. Eric Hill hevur skrivað. Í hesi nýggju bókini um Flekk, koyrir hann í traktori og hjálpir til á bóndagarðinum. Har eru nógv djór og nógv ymiskt at gera. Bókin hevur skap sum ein traktorur við hjólum, sum kunnu mala. Bókin er ein pappbók við klaffum, 10. bls. til longdar og til tey 0-1 ára gomlu.

Ertrarnar hjá Valdimari eftir Mariu Jönsson

Svenska Maria Jönsson hevur bæði skrivað og myndprýtt hesa sjáldsama fittu bókina um úlvahvølpin Valdimar, sum býr saman við pápa sínum og lítlusystrini Linu. Hetta er onnur bókin um Valdimar, sum er týdd til føroyskt, tann fyrra er Sutturnar hjá Valdimari. Í hesi bókini sigur pápin, at tey skulu fáa sjokulátuís omaná nátturðan, um tey eta allar ertrarnar á tallerkinum. Men Valdimar heldur, at ertrar eru alt ov rundar og grønar, og hann roynir alt, sum hann kann at snúgva sær undan. Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 24 bls. til longdar og til tey 2-4 ára gomlu.

Frikadellukríggið eftir Gunvor Reynberg

Vit í 3.A er ein skemtilig bókarøð um Mikkjal, Foxy og øll hini børnini í 3.A. Rithøvundurin og sjónleikarin Gunvor Reynberg hevur skrivað. Bøkurnar eru fullar av skemtiligum hendingum og stuttligum myndum, sum Niels Roland hevur teknað. Hetta er onnur bókin, og tann fyrra er Tey leita eftir Benny.

Tá ið nýggi drongurin í flokkinum, Wilhelm, skjýtur eina frikadellu, so hon endar í hárinum á Foxy, er ongin ivi: hetta er ein krígsavbjóðing. Men tá Foxy fer at njósnast eftir Wilhelmi, gerst hon var við ein stóran loynidóm, sum gevur frikadellukrígnum eina heilt aðra vend. Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr donskum. Bókin er heft, 133 bls. til longdar og til tey 7-9 ára gomlu.

Klukkudrongurin eftir M. G. Leonard

Í hesi ungdómsskaldsøguni eftir M. G. Leonard trýr Darkus ikki sínum egnu oyrum, tá ið eitt risastórt skordýr dettur niður úr buksubrókini hjá hansara ræðuliga nýggja granna. Tað er ein stór klukka - og hon tykist at vilja siga honum okkurt. Men hvussu kann ein drongur vera vinur við eina klukku? Og hvat hevur ein klukka at gera við, at pápi hansara er horvin, og at hann í somu løtu verður varur við Lucretiu Cutter og hennara alsk til ótýdligar, skríðandi smúkkur? Jenny Johannesen týddi úr enskum. Bókin er heft, 308 bls. til longdar og til tey, ið eru 10 ár og eldri.

- Bókadeild Føroya Lærarafelags

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder