2019-04-11 13:47
Stovnarin av Wikileaks, Julian Assange, varð í morgun handtikin eftir at hava uppihildið seg á sendistovuni hjá Ekvador í London síðani 2012. Ekvador gav Assange friðskjól, og tí hevur hann kunnað uppihildið seg har.
USA vil gjarna hava Assange útflýggjaðan, so at hann kann rættarsøkjast fyri at hava almannakunngjørt loynilig skjøl frá amerikansku bardøgunum í Afganistan og Irak.
Bretski innanríkisráðharrin, Sajid Javid, váttar nú fyri Reuters, at Julian Assange verður rættarsøktur í Stórabretlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald