Julian Johansen er settur sum sølustjóri í orkufelagnum Magn, boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag.
Julian er 33 ár og hevur bæði fjølbroyttar og drúgvar sølu- og leiðsluroyndir.
Hann hevði verið søluleiðari í LM Electric í átta ár, tá hann saman við øðrum stovnaði heilsøluna NORT fyri skjótt tveimum árum síðan. Julian er kanska best kendur sum hondbóltsvenjari, har hann saman við Mark Marcher hevur stýrt úrmælingunum á U21-landsliðnum, umframt at hann er hjálparvenjari á manslandsliðnum.
– Magn veitir teimum føroysku húsarhaldunum, virkjunum og skipunum orku hvønn dag, og sum sølustjóri skal Julian saman við hinum í hópinum røkja góða og trúfasta sambandið og samskiftið við kundarnar, skrivar Magn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald