Julie Andrews 90 ár

Heimskenda sjónleikarakvinnan er fødd 1. oktober 1935. Hon er eitt nú kend fyri leiklutirnar í Mary Poppins og The Sound of Music

Julie Andrews fyllir í dag 90 ár (Savnsmynd: EPA)

Julie Andrews fyllir í dag 90 ár (Savnsmynd: EPA)

2025-10-01 19:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Sjónleikarakvinnan Julie Andrews, sum serliga er kend frá Mary Poppins og The Sound of Music, fyllir í dag 90 ár.

Julie Andrews er útbúgvin á Tring Park School for the Performing Arts, og hevur gjøgnum sítt drúgva lív á reyðu langmottuni vunnið fleiri virðislønir fyri sínar kendu leiklutir.

Barnagenturnar Mary Poppins og Maria

Ein stórur leiklutur hjá Julie Andrews er sum barnagentan Mary Poppins, sum kemur at ansa børnunum hjá familjuni Banks í 1910. 

Familjan Banks eigur tvey børn, sum eru sera óargalig, og fleiri barnagentur hava roynt at gjørt sítt fyri at fáa børnini betri uppdrigin, men ongum eydnast. 

Tá ið pápin síðani velur at søkja eftir nýggjari barnagentu í bløðunum, kemur Mary Poppins í myndina, sum smílandi og blíða barnagentan, sum eisini dugir at ganda. 

Saman við kenda sjónleikaranum Dick Van Dyke, sum fyllir 100 tann 13. desember, hava tey bæði fingið smílini fram á bæði vaksnum og børnum síðani filmurin kom út í 1964. 

Í 1965 spældi Julie Andrews leiklutin sum nonnan Maria, sum verður send frá klostrinum í Salzburg at vera barnagenta hjá offiserinum Georg Von Trap, sum er einkjumaður, og situr eftir við sjey børnum. Heimskendi filmurin er ein tann mest sæddi filmurin nakrantíð.

Maria (Julie Andrews, red) fær lív og gleði aftur í húsið, og seinni rennur saman millum nonnuna og offiserin. Familjan gerst eisini kend við sínum sera góðu musikalsku gávum, sum Maria leggur í børnini.

Seinni brestir seinni heimsbardagi á, og Georg verður innkalaður at gera herskyldu. 

Familjan ger eina æltan um at rýma til Sveis, men verður steðgað á vegnum. Til eina stóra tónlista kapping síðst í filminum, vinnur familjan kappingina, men tá ið tey skulu koma á leikpallin aftur eftir vinninginum, er familjan rýmd og hevur sett kós móti Sveis. Kendi filmurin hevur givið okkum eitt nú kendu sangirnar The Sound of Music, Do-Re-Mi, My Favorite Things, Edelweiss, Sixteen Going on Seventeen, So Long - Farewell, Climb Ev'ry Mountain og The Lonely Goatherd.

Julie Andrews vann í 1964 eina Ocar virðisløn fyri besta kvinnuliga leiklutin við leiklutinum Mary Poppins. Seinni hevur hon vunnið tveir Emmyprísir, fimm Golden Globe, ein BAFTA og ein Grammy.

Eitt, sum eisini eykðkennir leiklutirnar hjá Julie Andrews er hennara sera vakra songrødd, sum hon tíverri misti eftir eina skurviðgerð í 1997.

Gift tvær ferðir
Julie Andrews hevur verið gift tvær ferðir í sínum langa lívið, og hevur fingið fimm børn.

Fyrra giftan var við Tony Walton. Julie og Tony vóru gift frá 1959 til 1967, og fingu tey saman dóttrina Emma Walton Hamilton. 

Seinna giftan var við Blake Edwards frá 1969 til hann doyði í 2010. Saman fingu tey børnini Jennifer Edwards, Geoffrey Edvard, Amelia Edwards og Joanna Edwards. 

Í dag býr Julie Andrews á Long Island tætt við dóttrina Emmu. Julie og dótturin Emma hava skrivað fleiri barnabøkur gjøgnum árini, og seinasta kom út í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder