Árliga jólahaldið á Torginum í Vestmanna verður nakað øðrvísi í ár, boðar kommunan frá.
– Vit hava valt at gera jólahaldið serliga hugnaligt og stuttligt fyri okkara yngstu borgarar. Tað verða ongar røður, men í staðin fara Julius og Rógvi at undirhalda, umframt at Bjarki Virgarsson fer at framføra nøkur jólaløg saman við Vestmanna barnakóri.
– Hildið verður tó fast í dansinum um jólatræið, og eftir at Julius og Rógvi saman við børnum, foreldrum og øðrum hava sungið og dansað, fara teir og fittir vættrar at býta út gávuposar til børnini. Kommunan bjóðar eisini øllum bollar og heitt kakao, skrivar Vestmanna kommuna.
Í ár verður eisini meira gjørt burturúr við jólaprýði á Torginum og á kommunalum støðum, so tað verður eyka hugnaligt og jólaligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald