Mentan

Justin Bieber við fyrstu útgávuni í fýra ár

Óvæntað hevur kanadiski poppsangarin givið út nýggja plátu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-07-11 18:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kanadiski poppsangarin Justin Bieber hevur í dag givið út sína fyrstu plátu í fýra ár.

Plátan hevur navnið "Swag".

Hetta kemur eitt sindur óvæntað, skriva altjóða miðlar. Hósdagin byrjaðu leysasøgur at ganga, tá myndir av Bieber og orðinum "Swag" vóru at síggja á lýsingaskíggjum í Reykjavík og á Sunset Boulevard í Los Angeles.

Við á plátuni hjá 31 ára gomlu poppstjørnuni eru gestasangarar sum Dijon, Lil B, Sexyy Red, Gunna, Cash Cobain og 2 Chainz.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder