Innanlands

Kæra nú eisini um gang á Argjum frá Yantarnyy

Borgarar av Argjum og ymsastaðni í Havn hava kært sína neyð fyri Heimafriði. Russiski trolarin Yantarnyy larmar ov illa

Yantarnyy við nýggju Skansabrygguna í síðstu viku. Skipið liggur enn (Mynd: Sverri Egholm)

Yantarnyy við nýggju Skansabrygguna í síðstu viku. Skipið liggur enn (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-14 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Russiski trolarin Yantarnyy, sum seinastu dagarnar hevur ligið við nýggju havnina í Tórshavnar Havn, larmar ov illa. Tað halda í øllum førum fleiri borgarar av Argjum og ymstastaðni í Tórshavn, sum hava boðað felagnum Heimafriði um hetta.

Tey hava verið órógvað av nógvum gangi frá skipsmortum seinastu dagarnar. Heimafriður sigur, at talan er serliga um skipið Yantarnyy, men í morgun eisini Norrøna.

At tað er stilt í veðrinum hevur ieisni við sær, at enn fleiri verða órógvað.

Eitt norskt farmaskip liggur uttaná Yantarnyy, og tekur fiskin frá russiska trolaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder