
Nógv rósti leikurin ‘Kærestebreve’ við kendu donsku leikarunum Ellen Hillingsø og Michael Moritzen verður sýndur í Løkshøll sunnudagin 31. august klokkan 16.
Kærleiksbrøv er bæði ein skemtiligur og hugtakandi leikur um Melissa og Andrew, sum longu frá barnsbeini kenna seg drignan at hvørjum øðrum, hóast tey eru sera ymisk. Alt lívið halda tey fast í einum djúpum og hjartaligum vinarlagi við at skriva hundraðtals brøv til hvørt annað. Tey byrja við smáum sakleysum pappírslepum við loyndarmálum í skúlanum, og í ungdómsárunum verður innihaldið meira holdborið og sansaligt, og tá ið tey eru vaksin snúgva brøvini seg meira um álvarsligar hendingar og gerandis avbjóðingar.
Hetta er søgan um kærleika, sum áhaldandi veksur sum árini ganga, og hetta er søgan um tey val, ið vit øll taka – ella kanska ikki taka. Og hettar er søgan um tær avleiðingar, vit hvør í sínum lagi, standa til svars fyri, tá ið alt skal gerast upp.
Upprunaleikritið skrivaði amerikanski A. R. Guerney, og leikurin varð frumframførdur í New York í 1988. Susse Wold og Bent Mejding og Malene Schwartz og Jesper Langberg hava áður havt leiklutirnar sum Melissa og Andrew, men til hesa sýningina í Løkshøll eru tað Ellen Hillingsø og Michael Moritzen, sum eisini fingu sera góð ummælir, tá ið tey framførdu leikin á fyrsta sinni í 2023. Leikurin er enn á skránni í donskum leikhúsum.
“Áskoðararnir sótu rúnarbundnir gjøgnum allan leikin og gloymdu seg heilt burtur í flottu leikaraavrikunum”, skrivaði ein ummælari.
Atgongumerki á 225 krónur (+10 krónur í avgjaldi) á loksholl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald