Mest spennandi parturin av jólahaldinum í miðbýnum er ein “ljóstunnil”, sum verður framvið ánni á Vaglinum. Hetta verður alt gjørt við gamla “kærlighedsstien” í huga.
Niels Finsens gøta var fyrsta gøta í Føroyum, sum hevði gongubreytir báðumegin. Navnið Vaglið sigst koma av, at her sótu ungdómar á gelendaranum framvið ánni, eins og hønur og hanar á einum vagli. Vaglið var savningarstaðið í Havn.
Har, sum áin liggur, var í gomlum døgum ein smøl gøta, har tað helst hevur verið hugnaligt hjá ungum pørum at ganga í hálvaskýmingini, tí gøtan fekk ikki annað navn enn Kærlighedsstien. Danskt mátti tað vera.
“Á Áarvegnum gingu vit um summarið í eini gandaverð við tutlandi vatni og bleiktrandi leyvi, einum ævintýri av ribsrunnum, gullregni og royniviði...”skrivaði William Heinesen.
Herfyri stungu Súsanna Sondum frá VisitTórshavn og Jóannes B. Lamhauge frá Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu høvdini saman at finna útav, hvussu miðbýurin skuldi pyntast til jóla. Partur av úrslitinum sæst á hjáløgdu myndum, sum Jóannes hevur teknað.
Tað vera jólahús og sølubásar og ymiskt undirhald í Betri-garðinum, í tinghúsgarðinum og í gamla kommunuskúlagarðinum frammanfyri Ráðhúsið, har ein heilur jólabýur verður settur upp.
Men tað mest spennandi er ein “ljóstunnil”, sum verður framvið ánni. Hetta verður alt gjørt við gamla “kærlighedsstien” í huga. Arbeiðið er farið í gongd og skal alt verða liðugt í triðju viku í november.
Súsanna sigur, at tá tað frættist um hetta í býnum, tá vóru enntá fólk, sum spurdu um møguleikan at verða vígd á “kærlighedsstien” annað jólakvøld. So spennandi og romantiskt var hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald