Innanlands

Kakkulakkur á Galaxy

Ein óynsktur ferðandi var við sæddur á ferjuni í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-24 21:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Avloysara ferjan á Suðuroyarleiðini næstu 8-10 vikurnar, Galaxy, hevur seinastu dagarnar fingið nógv oman yvir seg, og tað heldur fram, nú ferðafólk í dag komu fram á ein kakkulakk á vesinum umborð.

Niels Juel Arge, stjóri í Strandfaraskip Landsins, sigur við útvarpið, at tað er óheppið, men at tey hjá Strandferðsluni gera alt tey kunnu í hesari støðuni.

Mánadagin fer Strandferðslan eisini at leita sær hjálp frá skaðadjóratænastu, so hetta ikki endurtekur seg.

Dagin fyri at Galaxy fór úr Grikkalandi fyri knøppum tveimum vikum síðan varð skipið reinsað fyri kakkulakkar, men tað kann taka einar 20 dagar áðrenn allir eru burtur, sigur Niels Juel Arge við útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder