- Við høllini, sum vit eisini kunnu rópa eitt borgarahús, fáa kaldbaksfólk nýggjar og hóskandi umstøður til alskyns endamál, bygdini at frama. Umframt at vera ítróttahøll verður eisini møguligt at hava størri og smærri felagstiltøk, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá reisigildi varð hildið fríggjadag seinnapart.
Borgarstjórin helt stutta røðu, tá fólk komu saman at hátíðarhalda reisigildið.
- Ynskið um høll í Kaldbak man vera líka gamalt, kanska eldri, enn kommunusamanleggingin millum Kaldbak og Havnina. Nógv menning hevur tó eisini verið í bygdini hesi ár, men hetta eina málið – høllin við ymsum hentleikum og møguleikum til felagslív í bygdini, hevur ligið á láni, segði borgarstjórin m.a.
- Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini og samgongan øll, hava arbeitt miðvíst við júst hesi verkætlanini, og samtykt varð í býráðnum, at nú skuldi høllin byggjast og neyðuga fíggingin varð fingin til vega. Og nú nærkast av álvara, so at vit næsta summar kunnu taka bygningin í nýtslu.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Høllin er skamt frá skúlanum, og ætlanin er eisini at byggja nýggjan frítíðarskúla og ungdómsklubb við síðuna av høllini og skúlanum, so hetta alt kann verða savnað á einum stað, her fótbóltsvøllurin eisini er, segði Heðin Mortensen.
Aftrat høllini eru umklæðingarrúm við tilsamans átta brúsum, og ein annrættarkøkur, har til ber at kóka ein kaffimunn og annars at savnast til prát. Sjálv høllin er umleið 230 fermetrar, og pláss er fyri, at umleið 200 fólk kunnu sita til veitsluhald. Við hjárúmum er bygningurin tilsamans 512 fermetrar.
Tað er kaldbaksfyritøkan ÁTS Sp/f við Karstini Vang, sum stendur fyri sjálvari byggingini. Arbeiðið byrjaði av álvara í mars, og sambært tíðarætlanini verður bygningurin avhendaður í juli 2024. Undirveitarar hjá ÁTS eru Andrias Berg, sum hevur jørðarbeiðið, Renovent hevur HVS arbeiðið, EL.FO ehvur elarbeiðið, Jón við Neyst hevur málaraarbeiðið, SD Gólv hevur gólvarbeiðið, og HTH køkar tekur sær av køkinum.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald