Uttanlands

Kamala Harris verður nýtt forsetavalevni hjá demokratunum

Núverandi varaforsetin hevur í morgun boðað frá, at hon hevur nóg mikið av umboðsfólki og stuðli til at stilla upp. - Eg ætli at savna flokkin og vinna á Donald Trump

- Donald Trump vil taka okkara land aftur til eina tíð áðrenn nógv okkara høvdu fult frælsi og líka rættindi. Eg trúgvi uppá eina framtíð, sum styrkir okkara demokrati, verjir frælsi innan nøring og sum tryggjar at ein og hvør persónur ikki bert skal standa seg men eisini hevur møguleikan at koma frameftir (Mynd: EPA)

- Donald Trump vil taka okkara land aftur til eina tíð áðrenn nógv okkara høvdu fult frælsi og líka rættindi. Eg trúgvi uppá eina framtíð, sum styrkir okkara demokrati, verjir frælsi innan nøring og sum tryggjar at ein og hvør persónur ikki bert skal standa seg men eisini hevur møguleikan at koma frameftir (Mynd: EPA)

2024-07-23 07:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ligið í luftuni, líka síðani Joe Biden sunnudagin boðaði frá, at hann kortini ikki stillar upp aftur til forsetavalið í november. Og nú er tað váttað.

- Eg eri takksom mótvegis Biden forseta og øllum í demokratiska flokkinum, sum longu hava lagt teirra álit á meg, og eg síggi fram til at taka okkara søk beinleiðis víðari til amerikanska fólkið.

Soleiðis skrivar Kamala Harris á sosiala miðlinum X tíðliga í morgun føroyska tíð.

Har sigur núverandi varaforsetin seg vera erna av, at hon hevur fingið so breiðan stuðul, sum er neyðugur, at partur av heimstatinum Kalifornia hevur lyft seg, og at hon gleðir seg til at formliga taka av tilnevningini til forsetavalevni skjótt.

Sí eisini: Kamal Harris stóra undirtøku

Hetta verður helst tíðliga í august mánaða, men longu nú stendur greitt, at tað verður Kamala Harris, sum skal kappast við Donald Trump um forsetaembæti í USA í november. Júst Trump er ein hóttan, heldur Harris.

- Hetta valið gevur eitt greitt vel, millum tvær ymiskar áskoðanir. Donald Trump vil taka okkara land aftur til eina tíð áðrenn nógv okkara høvdu fult frælsi og líka rættindi. Eg trúgvi uppá eina framtíð, sum styrkir okkara demokrati, verjir frælsi innan nøring og sum tryggjar at ein og hvør persónur ikki bert skal standa seg men eisini hevur møguleikan at koma frameftir.

Amerikanskir miðlar skriva, at Kamala Harris longu hevur fingið játtað yvir 550 milliónir dollarar til valdystin, sum longu er væl í gongd.

- Næstu mánaðirnar fari eg at ferðast kring landið fyri at tosa við amerikanarar um alt, sum er uppá spæl. Eg ætli at álvara at savna okkara flokk og tjóð og vinna á Donald Trump í november, skrivar Kamala Harris at enda.

Sí eisini: Metnógvir pengar savnaðir inn til demokratar í gjár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder