2026-07-25 10:27
Ein kanadisk kvinna av kinverskum uppruna er handtikin og skuldsett fyri njósning á Nato-høvuðsborgini í Belgia.
Tað upplýsir belgiski ákærumyndugleikin sambært Reuters tíðindastovuni.
Kvinnan var í starvi sum praktikantur á SHAPE, sum er hernaðarliga høvuðsstøðin hjá Nato í Mons, haðani virksemi og hernaðarlig átøk hjá verjusamgonguni verða stýrd.
- Hon er undir illgruna fyri at hava njósna fyri eitt triðjaland og fyri at vera limur í einum ólógligum felagsskapi, stendur í fráboðan frá ákærumyndugleikanum.
Tað verður ikki upplýst hvat land hon hevur njósnast fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald