Verður uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at vinnufyritøkur skulu verða frátiknar kringvarpsgjald, fer hetta at kosta Kringvarpinum einar sjey milliónir. Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í tinginum í gjár.
- Eg haldi ikki man ger sær nóg greitt hvørjar avleiðingar, tað hevði fingið fyri kringvarpið um inntøkurnar minkaðu so líðandi, segði landsstýriskvinnan.
- Veruleikin er tann, at batin sum kringvarpið fekk fíggjarliga er longu etin upp í lønarvøkstri og umflokkingum, og man er vísur í, at í so fall, at kringvarpið missur hóåin av innntøkum, verður tað ein stórur smeitur fyri framleiðsluna.
Verða inntøkurnar minni, fer tað helst, at ávirka framleiðsluna av tilfari til børn og ung, mentan osv.
- Tað verður ikki soleiðis, at man fer at minka um framleiðsluna av tíðindum, men hinvegin kunnu vit risikera at tilfar til børn og ung, mál og mentan osv. fer at svíða, segði Rigmor Dam.
Hon greiddi frá, at stórur partur av inntøkunum, sum Kringvarpið hevur, fer til rakstur av bygningi og tekniska undirstøðukervi, sum skal vera.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, og Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Tillagingar skulu gerast
Landsstýriskvinnan er tó samd í Fólkaflokkinum, at nakrar tillagingar skulu gerast, og hetta er eisini nakað man er í holt við í løtuni.
- Rættiliga skjótt tá broytingarnar vórðu samtyktar gjørdist greitt at nakrar tillagingar skuldu gerast. Serliga í mun til einstaklingavirki, hárfríðkanarkvinnur og so víðari, segði Rigmor Dam.
Hon segði víðari, at man er í einari tilgongd, har allir flokkarnir eru samlaðir, har roynt verður at finna eina breiða semju um hvussu kringvarpsgjaldið skal skipast.
- Tað snýr seg um einar 7 milliónir krónur, og tað eru nógvir pengar tá tað snýr seg um at framleiða tímar til føroyingar, segði Rigmor Dam.
Sambært uppskotinum hjá Fólkaflokkinum væntast inntøkurnar hjá Kringvarpinum í 2018 at vera 71,4 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald