Innanlands

Kann fólkaræðið tapa?

Er heitið á seinna fyrilestrinum hjá kenda danska miðlamanninum og fyrilestrarhaldaranum Clement Kjersgaard, sum vitjar Norðurlandahúsið aftur í kvøld

Clement Kjersgaard, journalistur og fyrilestrarhaldari í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Mynd Jan Müller

Clement Kjersgaard, journalistur og fyrilestrarhaldari í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Mynd Jan Müller

2024-02-13 13:19 Author image
Jan Müller
placeholder
Eina løtu tóktist tað sum, at innrásin í Ukraina savnaði Vesturheimin, men er tað veruleikin? Verður tað í framtíðini neyðturviliga ein uppgerð millum Vesturheimin øðrumegin og hini londini hinumegin? skrivar Norðurlandahúsið á síni heimasíðu í sambandi við fyrilestur við Clement Kjersgaard í húsinum í kvøld og heldur fram: 

Clement Kjersgaard heldur veruleikan vera meira torgreiddan enn so. Tey, ið vænta, at "góðu gomlu dagarnir" koma aftur, verða vónbrotin, ávarar hann. Ófriðarliga tíðin er júst byrjað - ikki við at vera av. Hann sigur:

[object Object]

"Hvørt vit kaga móti Asia (Taiwan osv.), ella Miðeystri (Ísrael - Gaza) sæst, at USA stríðist við at skilgreina ein uttanríkispolitiskan leiklut, sum bæði verður góðtikin av umheiminum OG amerikonskum veljarum. Veljarum, sum í einum politiskum landslagi í støðugt størri tvíningum, skulu velja nýggjan forseta um knapt ár. Samstundis veksur BRIKS, ið Kina hevur tikið stig til. Hyggja vit við evropeiskum eygum, hevur hendan støðan nógvar tvístøður við sær, sum evropeiskir leiðarar - hóast álvaran í Ukraina - als ikki hava funnið loysn á.”

Eftir fyrilesturin verður tíð til spurningar. Fyrilestrarnir verða hildnir í samstarvi við blaðið RÆSON, sum í hesum sambandi hevur eitt serstakt tilboð til áhoyrararnar: www.raeson.dk/fo. Mong høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið til fyrra fyrilesturin, sum snúði seg um Ríkisfelagsskapin og Arktis. 

[object Object]Mynd Norðurlandahúsið

Clement Kjersgaard
Sum 16 ára gamal slapp Kjersgaard (f.1975) inn á United World College í Hong Kong, haðani hann fekk prógv í 1994; aftan á studentsprógvið fór hann at lesa heimsspeki, politikk og búskap á víðagitna fróðskaparsetrinum í Oxford. Í 2002 stovnaði hann blaðið RÆSON og í 2021 blaðið Æra, ið er eitt blað um søgu og mentan. Síðan 2004 hevur hann verið vertur í eini ørgrynnu av sjónvarps- og útvarpssendingum hjá DR. Harumframt er hann ein av virknastu fyrilestrarhaldarum og orðstýrarum í Danmark. Kjersgaard er heiðraður við m.a. Publicistprisen og Den Berlingske Journalistpris. Greinir og annað eru at síggja her.

Atgongumerki til fyrilesturin, sum byrjar kl. 19.30, fáast í Norðurlandahúsinum fram til tiltakið byrjar. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder