Innanlands

Kann gerast ein glíðibreyt

Fara vit at broyta í starvsheitinum á løgtingi, so at kvinnur kunnu eita kvinnur, setur tað gongd á, at alt málið skal javnstøðugerast, førdi Bill Justinussen fram

Bill Justinussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bill Justinussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-05 19:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvat hendir um vit broyta bara starvsheitini í løgtinginum? Tað hendir nógv, segði Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, í orðaskiftinum um uppskotið um at kvinnur í løgtinginum kunnu eita løgtingskvinnur og ikki løgtingsmenn.

Hann legði upp til, at tað sama kann henda, sum tá 266b var broytt.

- Alt annað fór at fylgja við. Tað verður ein tanki í fólkinum, at vit mugu javnstøðugera málið, segði Bill Justinussen.

Hann heldur tað vera harmiligt, at orð sum sjúkrasystur er horvið úr málinum.

- Ein flakakvinna eitur ein flakakvinna, tí tað vóru kvinnur sum vóru á flakavirki og tóku tann táttin upp. Í dag kunnu menn gott vera flakakvinnur ella sjúkrasystrar. Eg haldi tað er spell, at man hevur oyðilagt tað orðið, og sigur, at tað nú eitur sjúkrarøktarfrøðingur.

- Tað hevur sína søgu, og tað hevur sanniliga sín vakurleika. Bæði at tað eitur sjómaður og sjúkrasystur, segði Bill Justinussen.

- Og eg haldi man fer so illa við málinum, tá man setur alt í eitt javnstøðu- og eitt kynsdiskriminerandi perspektiv, at man útruddar tey vøkru oirðini í okkara málið, sum eru so væl lýsandi fyri tær funktiónir sum tær dekka. Tí haldi eg vit gera okkum inn á málið, tá vit broyta tað út frá javnstøðuorsøkum, heldur Bill Justinussen, sum sigur seg ongan trupulleika hava við at kalla tingkvinnur fyri tingkvinnur.

- Tí tað eru tær. Men orðið og tað formella í stýrisskipanini løgtingsmaður hevur sína søguligu orsøk og rót, og tí skilji eg ikki at man hevur tørv á at broyta tað.

Tað er so nógv sum skal broytast, um vit fara í gongd, heldur tingmaðurin.

Hann nevndi dømi sum at móðurmál átti kanska at itið faðirmál, ella at móðurland átti at itið faðirland, sum tey hava á týskum. Umframt at í ítrótti má man í holt við eina stóra uppgerð. Tólvti maður møtur upp til kvinnulandsliðið, og at kvinnur kunnu mansverja í hondbólti.

- Tað ger okkara mál ríkt, og tað er vakurt, at vit hava feminim og kallkynsorð í okkara máli og heiti, segði Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

At samanbera hesa broytingina við 266b skilti Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, einki av.

- Tað at vit løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur á løgtingi kunnu kalla seg fyri kvinnur, at tað skal vera ein glíðibreyt til at alt málið skal endurskoðast. Har eri eg slett ikki samd, segði Kristina Háfoss.

Uppskotið um broyting í stýriskipanini um broytt starvsheiti í løgtinginum, sum Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir løgdu fram, fall við 2. viðgerð við 13 ímóti og 11 fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder