2025-08-23 09:27

Ein bilførari, sum í gjár ikki helt treytaleysa víkiskyldu við krossin niðast á Landavegnum / Fríðriks Petersens gøta, kann missa koyrikortið.
Bilførarin bar við ein bil sum kom eftir Fríðrik Petersens Gøtu.
Eingin fólkaskaði stóðst av hesum, og materielli skaðin var lítil, upplýsir løgreglan í morgun.
Hinvegin kann hetta kosta bilføraranum, sum kom koyrandi eftir Landavegnum koyrikortið. Hann verðir skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald