Innanlands

Kanna enn málið um bilstuldur

Bilurin, sum var eftirlýstur í gjár, varð funnin aftur í Kirkjubø, men uttan lykil – Løgreglan veit enn ikki, hvør tjóvurin er, ella nær bilurin er stolin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-09 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan vil framvegis hoyra frá fólki, sum hava upplýsingar í sambandi við málið um stolna bilin, sum var funnin í Kirkjubø í gjár.

Bilurin - ein gráur Opel Astra árg. 2007 við nummarplátuni BD153 - sum hevði staðið uttanfyri hjá Wenzel í sambandi við umvæling, var eftirlýstur á Facebook náttina til fríggjadagin, og seint fyrrapartin í gjár varð boðað frá, at hann var funnin í Kirkjubø.

Hvussu bilurin er endaður har er ógreitt, men hann er í øllum førum stolin við røttum lykli, tí hann lá í bilinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Hetta er hent millum 29. juli og 7. august, tá stuldurin var fráboðaður.

Tað er líkt til, at bilurin er óskaddur, men hann stendur læstur, og hevur eigarin eftirlýst lykilin á Facebook.

Málið verður kannað nærri, og vil løgreglan fegin hoyra frá fólki, um tey vita okkurt um, hvussu bilurin er endaður í Kirkjubø.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder