2020-08-08 11:16
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Øll sum standa í bíðirøð klokkan 14 verða kannaði fyri koronu á Landssjúkrahúsinum í dag, meðan onnur verða biðin um at bíða til í morgin at verða kannaði.
Kannað verður fyri koronu á Landssjúkrahúsinum frá klokkan 13 sunnudagin og ikki 9, sum áður fráboðað.
Aftur í dag eru nógv fólk, sum lata seg kanna, tó at bíðirøðin er styttri enn í gjár.
Fyri at potingin kann enda í rímiligari tíð, hevur Landssjúkrahúsið tí gjørt av, at ikki fleiri bilar koma í bilrøðina eftir klokkan 14 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald