Innanlands

Kanna mál um blúnisbrot í svimjihøllini

Løgreglan kannar mál um blúnisbrot í mannfólkaumklæðingini í Svimjihøllini í Gundadali. Avhoyringar skulu gerast fyri at lýsa málið nærri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-22 07:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk um døgurðatíð í gjár fráboðan um blúnisbrot í Svimjihøllini í Gundadali í Havn.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fær ikki sagt so nógv um málið, men talan er um hending sum skal vera farið fram í umklæðingarrúminum hjá monnum.

- Har ganga fólk nakin frammanundan, so nú royna vit at finna útav hvussu tað er farið fram, at onkur hevur kent seg stoyttan, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Avhoyringar skulu gerast í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder