Innanlands

Kanna møguligt harðskapsmál og innbrot

Løgreglan fekk sunnumorgunin eina fráboðan um ein ungan mann, sum gekk í miðbýnum í Havn og sá út til at vera illa fyri, og kann tað ikki útilokast, at hann hevur verið fyri harðskapi – Eisini varð boðað frá einum møguligum innbroti í Vági

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-25 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um hálvgum seks-tíðina sunnumorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um ein ungan mann, sum gekk við Auto-støðina í miðbýnum í Havn og sá út til at vera illa fyri.

– Hann hevði fleiri snuddir, og fólk hoyrdu á honum, at hann hevði tað ikki gott, so tí bleiv tað ringt til okkum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan koyrdi so oman, men maðurin var so ávirkaður, at tað var ringt at fáa hann at greiða frá nøkrum.

Maðurin visti ikki at siga løgregluni, hví hann var skaddur, men tað kann ikki útilokast, at hann hevur verið fyri onkrum harðskapi, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan tosaði við hann aftur, tá hann var blivin edrúur, myndir vóru tiknar av honum, og varð heitt á hann um at lata seg kanna á sjúkrahúsinum.

Sunnudagin fekk løgreglan eisini eina fráboðan um eitt møguligt innbrot á einari skrivstovu í Vági.

Higartil veit løgreglan ikki um, at nakað er stolið, men tað verður kannað. Hetta er hent onkuntíð í vikuskiftinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder