![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Øll undirvísing á Glasi er tikin av skrá í morgin, mánadagin 21. september. Frá týsdegnum verður øll undirvísing, har tað er gjørligt, framd á Teams. Mest sannlíkt er, at hendan støðan verður galdandi tað, ið eftir av vikuni.
Tað skrivar Glasir í boðum til næmingarnar í kvøld, nú myndugleikarnir óttast koronaútbrot í Havnini.
Landslæknin hevur í dag boðað frá, at ein familja í Havn er vorðin smittað við Covid19. Eitt av børnunum gongur her á Glasi. Landslæknin er ikki greiður yvir, hvaðani smittan stavar og um hon hevur spjatt seg. Tískil er avgerð tikin um, at allir næmingar og øll starvsfólk á Glasi eiga at verða kannað.
Longu í kvøld – frá kl. 19:30 og so leingi fólk eru í kø – verða næmingar, sum ganga í flokki við smittaða næmingin (hesir hava fingið boð) og øll starvsfólk á Glasi biðin um at møta til fyrru kannning av tveimum. Møtið við høvuðsdyrnar, sprittið hendur, haldið frástøðu og farið róliga oman í atrium, har kanningarnar verða framdar.
Frá mánadegnum verða øll á Glasi kannað. Kunning um, hvør skal møta til kanningar nær, verður send út seinni í kvøld, skrivar skúlin á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald