2020-08-05 12:19
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nógv vilja lata seg kanna fyri koronasmittuna, nú nýggir tilburðir eru staðfestir í Føroyum. Á Landssjúkrahúsinum hava tey sett fleiri fólk at pota.
- Okkara potarar arbeiða av øllum alvi at fáa kannað øll so skjótt til ber og hildið verður á til bíðirøðin er burtur, siga tey á Landssjúkrahúsinum.
(Mynd: Landssjúkrahúsið)
Í allan morgun hevur bíðirøðin verið allan vegin eftir Velbastaðvegnum niðan móti kirkjugarðinum.
Tey minna á ávísingina frá kommunulækna, áðrenn ein stillar seg í kø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald