Hagstova Føroya fer nú at kanna nýskapanina í føroyskum fyritøkum og stovnum. Kanningin verður afturvendandi.
Talan er um tvey ymisk spurnabløð, eitt til fyritøkur og eitt til stovnar. Spurnakanningarnar verða gjørdar árliga og verða send fyritøkum og stovnum í vikuni.
Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið og Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
Nýskapanin í tí privata
Spurnakanningin til føroysku fyritøkurnar skal kanna í hvønn mun tær menna nýggjar vørur og tænastur til marknaðin. Hugt verður harumframt at nýskapanartilgongdum, útreiðslum til nýskapan, fígging av nýskapan, samstarv um nýskapan og arbeiðsgongdum til at fremja nýskapan.
Spurnakanningin er skipað eftir altjóða leisti, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Spurnakanningin eitur á enskum Community Innovation Survey og er skipað av hagtalsmyndugleikanum í ES, Eurostat. Kanningin hevur verið gjørd í øllum londum í ES í tretivu ár.
Seinasta kanningin vísti millum annað, at býtið av nýskapandi fyritøkum, sum mentu nýggjar vørur ella tænastur til marknaðin, var hægst í Belgia, Finnlandi, Slovenia, Noregi og Grikkalandi.
Føroyska útgávan av spurnakanningini brúkar sama leist sum í øðrum londum. Spurningarnir eru royndir saman við føroyskum fyritøkum til tess at tryggja, at spurningarnir eru so skilligir og greiðir sum møguligt.
Allar størru fyritøkurnar í Føroyum verða spurdar, umframt eitt úrval av smærri fyritøkum. Allar vinnugreinar eru umboðaðar, so til ber at samanbera nýskapanina tvørtur um vinnugreinar.
Nýskapanin í tí almenna
Nýskapan í tí privata hevur verið máld í Evropa í nógv ár, men so er ikki fyri nýskapan í tí almenna. Í 2015 tók Center for Offentlig-Privat Innovation, sum er danskur depil sum stuðlar undir nýskapan í tí almenna og samstarvi um nýskapan við privatar fyritøkur, saman við Danmarks Statistik stig til spurnakanningina Innovation Barometer til at máta nýskapanina í tí almenna. Spurnakanningin verður nú gjørd í øllum Norðurlondum.
Seinasta kanningin vísti, at býtið av stovnum, sum hava tikið í nýtslu eitthvørt nýtt ella framt eina munandi broyting til frama fyri virksemið á stovninum, var hægst í Finnlandi. Í hinum Norðurlondunum eru tað umleið 80 prosent av stovnunum.
Nýskapan innan tað almenna kann vera ein nýggj ella munandi broytt tilgongd ella háttur at skipa arbeiðið, vøru, tænastuveiting ella háttur at samskifta við onnur.
Til tess at tryggja sambærlig hagtøl brúkar føroyska útgávan av spurnakanningini neyvt sama leist, sum verður nýttur í hinum Norðurlondum. Spurningarnir eru royndir saman við føroyskum stovnum, soleiðis teir eru so greiðir sum tilber.
Allir stovnar í Føroyum verða bidnir um at svara spurnablaðnum.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald