Uttanlands

Kanning: Harris var vinnarin í nátt

63 prosent av veljarunum, sum luttóku í einari veljarakanning hjá CNN halda, at valevnið hjá Demokratunum kláraði seg best í kjakinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-09-11 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski varaforsetin og forsetavalevnið hjá Demokratunum, Kamala Harris, kláraði seg best í kjakinum á ABC News.

Tað halda 63 prosent av teimum 605 veljarunum, sum luttóku í einari veljarakanning hjá CNN í nátt, eftir at kjakið var liðugt.

Hinvegin hildu 37 prosent, at fyrrverandi forsetin og núverandi forsetavalevnið hjá Republikanarunum, Donald Trump, vann kjakið.

Meginparturin av veljarunum, sum vóru spurdir av Fox News, peikaðu eisini á Kamalu Harris.

Grundgevingin var m.a., at Trump ikki var meira ágangandi, og at hann endurtók seg sjálvan, meðan Harris var øðrvísi.

Til samanberingar vísti ein kanning frá juni eftir kjakið millum Donald Trump og sitandi forsetan Joe Biden, sum tá var forsetavalevni hjá Demokratunum, at 67 prosent av veljarunum hildu, at Trump vann kjakið, meðan 33 prosent peikaðu á Biden.

Í 2020 og 2016 vóru tað ávikavist Biden og Hillary Clinton, sum sambært veljarunum kláraðu seg best í kjakunum móti Donald Trump.

Les eisini: Kjakaðust um búskap, fosturtøku og tilflytarar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder