Liberal Alliance verður størsti flokkur á borgarliga vonginum, vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.
Liberal Alliance fær sambært kanningini 10,8 prosent av atkvøðunum, meðan stjórarflokkurin Vinstra fær 9,7 prosent og stendur til at gerast næststørsti borgarligi flokkurin.
Í seinastu veljarakanning fekk Liberal Alliance 9,4 prosent, og rakar veljarakanningin rætt, verður tað besta valúrslitið hjá flokkinum nakrantíð. Á seinasta fólkatingsvali í 2022 fekk flokkurin 7,9 prosent av atkvøðunum.
Vinstra stendur sambært nýggjastu veljarakanningini til at fáa eitt søguliga vánaligt valúrslit. Higartil vánaligasta valúrslitið hjá flokkinum var í 1987, tá flokkurin fekk 10,5 prosent av atkvøðunum.
Danski javnaðarflokkurin við Mette Frederiksen á odda fær 22,4 prosent av atkvøðunum sambært kanningini, sum er ein munandi afturgongd í mun til á valinum í 2022, tá flokkurin fekk 27,5 prosent av atkvøðunum.
Sambært kanningini fáa hvørki reyði ella blái blokkur meirilutan. Reyði blokkur fær 48,3 prosent av atkvøðunum, meðan blái blokkur fær 44,8 prosent. Sostatt fáa teir ávikavist 85 og 78 umboð.
Moderaterne, flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen er hvørki partur av reyða ella bláa blokki og kann fáa ein avgerandi leiklut eftir valið.
Í nýggjast veljarakanningini fær flokkurin 7,1 prosent av atkvøðunum, sum gevur 12 umboð. Tað er ein afturgongd í mun til seinasta fólkatingsval, tá flokkurin fekk 9,3 prosent av atkvøðunum.
4.200 fólk luttóku í veljarakanningini, sum varð gjørd í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald