Hóast amerikanski forsetin, Donald Trump hevur umrøtt møguleikan at brúka hernaðarligt vald at yvirtaka Grønland, tykist meirilutin av amerikanska fólkinum ikki at taka undir við hesum.
Tað vísir ein kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri CBS News, har 2.523 amerikanarar eru spurdir.
Bert 14 prosent av teimum spurdu taka undir við at brúka hernaðarligt vald at yvirtaka Grønland, og bert 30 prosent halda, at USA skal keypa Grønland.
Kanningin varð gjørd í døgunum 14. til 16 januar.
Í kanning, sum greiningafyritøkan Ipsos hevur gjørt, sum varð kunngjørd av Reuters í farnu viku, tóku bert fýra prosent av teimum spurdu undir við at brúka hernarðarligt vald at yvirtaka Grønland, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald