Tað stendur á jøvnum millum reyða og bláa blokk í Danmark.
Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR.
Reyði blokkur fær 47,7 % av atkvøðunum, meðan blái blokkur fær 46,7 %.
Sambært kanningini verður Danski javnaðarflokkurin størsti flokkur við 19,1 prosent av atkvøðunum, meðan hinir báðir stjórnarflokkarnar, Vinstra og Moderaterne fáa ávikavist 10,3 % og 5,2 %.
Flokkurin hjá sitandi forsætisráðharranum, Mette Frederiksen hevur eina afturgongd á 8,4 %, meðan afturgongdin hjá Vinstra og Moderaterne er ávikavist 3,0 og 4,1 %.
Sitandi stjórnin fær tilsamans 60 sessir í Fólkatinginum, sum er 29 færri enn á seinasta vali í 2022, tá stjórnin fekk 89 sessir - tá umboðini úr Føroyum og Grønlandi ikki eru tald við.
Fólkatingsval verður 24. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald