Innanlands

Kanningar í Klaksvík flyta oman á Faktorsveg í morgin

– Vit hava verið glað fyri at havt hesa tænastuna so nær við sjúkrahúsið, men nú mugu vit flyta tænastuna, sigur Klaksvíkar Sjúkrahús

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-22 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Teltið, har covid-19 toymið hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur gjørt kanningar, orkaði tíverri ikki at standa ímóti vindinum fríggjakvøldið, og tí mátti tað takast niður. Hetta hevur so við sær, at kanningarnar mugu flytast.

– Kanningartoymið harmast um hetta, tí hetta hevur riggað væl og vit hava verið glað fyri at havt hesa tænastuna so nær við sjúkrahúsið. Men nú mugu vit flyta tænastuna, sigur Klaksvíkar Sjúkrahús í tíðindaskrivi.

Covid-19 kanningarstøðin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi flytir nú oman á kaiina. Kanningarnar verða nú gjørdar í sunnara enda á bygninginum, har Kryvjing var. Á myndunum niðanfyri sæst, hvussu koyrt verður til kanningarøkið og eisini, hvussu koyrt verður, tá komið er oman til kanningarøkið.

[object Object]

Potað verður mánadag, mikudag og fríggjadag millum klokkan 9 og 11. Fyri at kanna seg er neyðugt at bíleggja tíð frammanundan, og hetta verður enn gjørt umvegis heimasíðuna corona.fo.

Bíðirøðin verður frá í morgin eftir Faktorsvegi, so bilar, ið ikki skulu í bíðirøðina til covid-19 kanning, mugu finna aðra farleið teir tímar, kanningar verða gjørdar, skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder